Ítróttur

Nú byrjar U20 EM-endaspælið

Komandi mikudag byrjar U20 EM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Celje í Slovenia.

2024-07-08 15:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Ein broyting er í hópinum, sum av fyrstan tíð varð úttikin. Rói Thomsen hevur havt ein skaða at dragast við, og gjørdist hann tíverri ikki klárur til kappingina. Í hansara stað hava venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, úttikið Tóka Fríðriksson úr KÍF. Hópurin telur sostatt nú hesar leikararnar:

Málverjar:
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS
Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgri vengur:
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, H71

Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF

Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk saman við Spania, Fraklandi og Sveis. Spania er hægst styrkismett í bólkinum, og eru teir verandi europa- og heimsmeistarar í hesum árganginum. Talan er um sera sterkan árgang hjá Spania, sum ikki hevur tapt nakran dyst í seinastu HM- og EM-kappingini. Føroyar taptu 35-25 fyri Spania í 2022. Føroyar eru styrkismettar nummar tvey í bólkinum og Frakland nummar trý. Føroyar vunnu 29-26 á Fraklandi í 2022 í U18 EM-endaspælinum. Føroyar hava ikki møtt Sveis áður.

Vinnarin úr hvørjum bólki kemur at spæla um plássini 1-8 saman við tveimum teimum bestu tvey´arunum, annar úr einum av bólkunum A, B og C, og hin úr einum av bólkunum D, E og F. Hesi liðini spæla um medaljur og eru tryggjaði HM-pláss í 2025.

Fýra teir verru tvey´ararnir koma víðari at spæla um plássini 9-16 saman við 4 teimum bestu trý´arunum. Hesi londini spæla eftirverandi HM-pláss, sum eru 7, møguliga 8, um Póllandi er í topp 15 í kappingini.

Tveir teir ringastu trý´ararnir og teir 6 fýrarar´nir koma at spæla um plássini 17-24. Hesi spæla um møguliga niðurflyting hjá U18, trý lið rykkja niður.

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 10. juli kl. 11.00 Føroyar – Sveis
Hósdagin 11. juli kl. 15.40 Frakland – Føroyar
Leygardagin 13. juli 15.40 Spania – Føroyar

Dystirnir kunnu stroymast her og ber til at keypa sær atgongd at síggja allar dystirnar hjá Føroyum fyri 30 euro. Start | handball-globe.tv

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder