FSF: Nú er greitt, at tað vera NSÍ, Víkingur, HB og B36, sum verða í stóra glasbollanum, tá lutakast verður um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum.
Mikukvøldið var fyrsta umfar á skránni. Í Gøtu vann Víkingur 12-0 á FC Hoyvík, og í Gundadali vann HB 6-0 á Skála. Á Tórsvølli tók B36 ímóti TB/FCS/Royn, og úrslitið gjørdist 3-0 til heimaliðið.
Fjórði dysturin var við Løkin í Runavík, har KÍ var á vitjan hjá NSÍ. Úrslitið gjørdist 3-1 til gulu vespurnar.
Lutakastið til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verður á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið 19. juni.
Hálvfinalurnar verða spældar 27. august og 25. september, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald