2022-03-17 14:29

RSF skrivar:
Nordic Open verður leygardagin 19. mars - har 20 føroyskir rógvarar hava møguleika at gerast norðurlendskur meistari í inniróðri.
Føroyskir rógvarar hava í vetur luttikið í fleiri altjóða kappingum í inniróðri - umframt okkara egnu Grand Prix og FM kapping.
Av hesum hava føroyskir innirógvarar klára seg sera væl, og hava vunnið fleira heiðursmerkir í teirra bólki.
Luttøkan í inniróður kappingum eru á veg uppeftir og tað er heiðurligt, at føroyskir luttakarar liggja ovarliga á altjóða heiðursplássum.
Føroyskir innirógvarar hava vunnið heiðursmerkir í bretsku, kanadisku, donsku og skotsku
meistaraheirunum - harav flestu gull.
Harumframt luttóku 7 teirra í heimsmeistarheitinum - og blivu 3 teirra heimsmeistarar og ein róði seg til eitt 3. pláss.
Vit ynskja øllum innirógvarum hjartaliga tillukku við luttøkunum.
Startrøðin til Nordic Open sæst her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald