Úrslitið varð persónligt masters-met við samanlagt 200 kg: 85 kg í trekk/snatch og 115 kg í stoyt/clean and jerk. Øll seks lyftini blivu góðkend, og hann kappaðist í aldursbólkinum 55-59 ár og vektflokkinum +109 kg.
Niels Juel vann stoyt-partin í Haugesund, eins og hann gjørdi í Raszyn í 2022, men heiðursmerki eru einans til samanlagda vinnaran. Hesin var týskarin Uwe Brettschneider, ið vann kappingina við 3 kilo, og ein annar týskari, Oliver Kaiser, bleiv nummar trý við samanløgdum 182 kilo.
”Var eg djarvari og snildari, royndi eg eftir 4-5 kg meira í stoyt. Men ein diskprotrusjón frá 2021 spøkir enn í bakhøvdinum, og so væntaði eg ikki, at Uwe fór at kiksa sítt triðja stoytlyft”, sigur silvur-vinnarin nakað iðrandi, men kortini væl nøgdur við úrslitið.
Niels Juel fekk til kappingina vegleiðing og stuðul frá norska systkinabarninum í Stavanger, Olaf Dahl, ið er fyrrverandi topp-styrkilyftari. Fram til kappingina hevur eisini føroyski landsliðsvenjarin, Frank Petersen sum vant verið hollur í ráðum.
Heimsmeistarastevnan í masters verður í Rovaniemi í Finnlandi 5.-12. september. Tilmeldingarfreistin er 25. juni, so avgerðin um luttøku skal takast skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald