Seinnapartin fríggjadagin lat málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Á framsýningini verða akrylmálingar, umframt kol og pastellmyndir, sum eru teknaðar á krossvið. Myndaevnini eru tikin frá gomlum myndum, ið vísa ein part av lívinum heima hjá ommuni, Ásu í rabarbukvarterinum í Havn, har Niels búleikaðist stóran part av barndómsárunum.
Niels hevði sína fyrstu framsýning í Smiðjuni fyri 26 árum síðani. Síðan tá hevur list hansara verið sýnd fram fleiri ferðir í Smiðjuni, umframt at hann hevur sýnt fram í Danmark, har hann eisini hevur fingið undirvísing í klassiskari tekning á Ny Carlsberg Glyptotekinum.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 22. apríl klokkan 14, og verður hon opin til og við týsdagin 26. apríl.
Upplatingartíðirnar eru hesar:
Fríggjadagin: 14-18
Leygardagin: 12-20
Sunnudagin: 12-20
Mánadagin 12-20
Týsdagin: 14-18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald