Politikkur

Nes Kommuna: Við virðing bera góða førningin víðari

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, hevði røðu og heiðraði Dagfinn Højgaard, sum er borgari nr. 1500.

2023-02-11 23:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Nes kommuna er býur, hugnaløta 11. februar 2023

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, hevði røðu og heiðraði Dagfinn Højgaard, sum er borgari nr. 1500

Borgarstjórin segði:

Vegna bygdaráðið, nú býráðið, er tað er mær ein heiður og eisini ein stór gleði sum borgarstjóri í Nes kommunu at kunna heilsa tykkum øllum vælkomnum. Tað tað skal verða mín vón, at hetta verður ein góð og gevandi løta í góðum felagsskapi.

Orðið kommuna merkir felagsskapur.  Nes kommuna er frá 1. apríl 1967 og fevnir sum kunnugt um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes.

Í 1967 búðu 841 fólk í kommununi. Menningin hevur verið øgiliga stór, og fólkatalið er støðugt vaksið, undantikið kreppuárini í 1990-unum.

Fyri at fáa eina hóming av, hvussu gongdin í fólkatalinum hevur verið, kunnu við taka nøkur hagtøl:

1967: 841 fólk

1990: 1153 fólk

1992: 1149 fólk

1996: 1072 fólk

2007: 1248 fólk

2016: 1261 fólk

2018: 1280 fólk

2021: 1399 fólk

2022: 1452 fólk

2023: 1502 fólk

Og í dag búgva 1510 fólk í Nes kommunu.

So, fólkavøksturin hevur verið lutfalsliga øgiliga stórur seinastu árini. Her hevur Eysturoyartunnilin heilt víst havt sína ávirkan, men eisini tað, at her í kommununi hava karmarnir fyri fjølbroyttari bygging verið til staðar, har hugsað verður um sethús, íbúðir og skjótt eisini randarhús.

Sum kunnugt var tað í desember í fjør, at fólkatalið fór upp um 1500, og bygdaráðið avgjørdi á fundi í januar at kommunan tekur við býarheitinum. Tað merkir, at nú fer tað at eita býráðið í Nes kommunu. Nú fer tað at eita býráðslimur, heldur enn bygdaráðslimur.

Formliga merkir tað eisini, at borgarstjórin fær heimild til vígslu. Annars merkir tað sum so ikki so nógv. Vit í felagsskapinum í Nes kommunu eru Føroya yngsti býur, men hava einki ímóti at verða skýrd eitt sindur bygdaslig, tí vit bæði vóna og vænta, at okkara felagsskapur, okkara kommuna, verður merkt av, at fólk framhaldandi fara at halda væl saman og í felag taka tøk, sum eru til gleði og gagns fyri okkum øll í felagsskapinum.

Her í kommununi eru fleiri dømi um, at ófatuliga nógv kann gerast í felagsskapi og góðum anda. Svangaskarð er ímyndin av, hvat kann gerast í góðum og gevandi felagsskapi. Í fótbóltsheiminum er Svangaskarð ikki bara kent í Føroyum, men langt út um landoddarnar. Svangaskarð er ein stórur partur av samleikanum hjá okkum, sum eru ættað hiðan av Toftum, Nesi ella Saltnesi.

Vit kunnu eisini nevna Fríðrikskirkjuna, Tabor og Nebo sum dømi um, hvat felasskapurin kann fremja, tá ið vit standa saman, har mong ofra tíð og arbeiði uttan fíggjarligan vinning.

Eisini skal tað ljóða ein hjartans tøkk frá okkum í býráðnum í Nes kommunu fyri alt tað ólønta arbeiðið, sum fólk gera í øllum okkara ítróttarfeløgum, sum so mangan standa seg væl í kappingum og umboða okkara kommunu so væl, at vit sanniliga eru errin av tykkum.

Eisini hjartaliga tøkk fyri arbeiðið, ið verður gjørt í øllum áhugafeløgum og fyri barna- og ungdómsaarbeiðið, sum verður gjørt út frá kirkju, missión og samkomum annars. Hjartaliga takk fyri!

—-

So hvørt sum fólkatalið er vaksið, eru beinleiðis skattainntøkurnar vaksnar munandi. Fyri at fáa eina hóming av hesum, so fari eg at nevna nøkur hagtøl:

1967: 0,5 mió. kr.

1990: 13,7 mió. kr.

1992: 11,2 mió. kr.

1996: 15,6 mió. kr.

2007: 32,4 mió. kr.

2016: 39,8 mió kr.

2018: 44,3 mió. kr.

2021: 53,2 mió. kr.

2022: 57,6 mió. kr.

2023: Væntandi 58,6 mió. kr.

Langtíðarskuldin hjá Nes kommunu við árslok 2022 var 31,6 mió. kr, ið er tað sama sum fyri einum ári síðan, so samanumtikið kann sigast, at kommunan er rímiliga væl fyri fíggjarliga, nú kommunan hevur eina lánibyrðu, í er minni enn helmingurin av eini álíkning. -Og tað er eisini nógv at takka fyri!

Sitandi bygdaráð, sum tók við tann 1 . januar 2021, setti sum høvuðyvirskrift fyri hetta valskeiðið: ”Trivnaður, framburður og burðardygg menning við skilagóðar fíggjarstýring”.

Samstarvsviljin hevur verið góður í bygdaráðnum, og vit leggja stóran dent á at tosa málini væl ígjøgnum og finna felags loysnir. Vit hava bygt á tað, sum undanfarin bygdaráð hava framt – og vit halda veruliga, at væl er komið á skafti hesi fyrstu tvey árini í valskeiðnum.

Bæði størri og smærri verkætlanir eru framdar, og aðrar eru í gongd – og spennandi ætlanir liggja fyri framman. Hesar verkætlanir hava til endamáls at skapa góðar karmar fyri bæði vinnulív og einstaka borgaran. Vit royna umvegis heimasíðuna at kunna alment um, so hvørt verkætlanir verða fyrireikaðar og fara av barkastokki. Tí fari eg ikki í hesum umfari at nevna hvørja einstaka verkætlan, tó við einum undantaki. -Men eg kann nevna, at hesi seinastu 8 árini eru íløgur gjørdar fyri áleið íalt 108 mió. kr, ella í miðal 13-14 mió. kr. um árið.

Ein kommuna hevur nógvar skyldur at røkja. Størstu kjarnuuppgávurnar eru skúli, dagstovnar, mentanarøkið, eldraøkið, útstykkingar og byggibúning. Men eisini vatn- kloakk og vegir fara við stórari fíggjarorku.

Einstaka verkætlanin, ið eg loyvi mær at nevna, er um vatnið. Tær avbjóðingarnar, sum vit hava havt við drekkivatninum, verða tiknar í størsta álvara, og tí verður júst nú arbeitt við eini verkætlan, sum eftir ætlan fer at føra til eina góða og varandi loysn. Munandi peningauhædd er sett av til at loysa avbjóðingina við vatninum. Tað er full semja um hetta. -Tað fer at gagna hvørjum einstøkum borgara, men eisini vinnulívinum sum heild.

Nú kommunan veksur so skjótt, hava avvarðandi nevndir í bygdaráðnum eitt vakið eyga við, at dagstovnar og skúli, eisini framyvir, hava hóskandi hølisumstøður.

Eldraøkið verður umsitið av Roðanum, sum er eitt felags kommunalt samstarv, sum kommunurnar við Skálafjørðin, Nes-, Runavíkar- og Sjóvar kommuna varða av. Samstarvið hevur verið gott, og kommunurnar hava lagt doyin á at gera sum frægast, tó at okkurt kundi verði betri, so er tað mín fatan, at nógv er gott – og eisini sera gott, har starvsfólk gera eitt dygdargott arbeiði. Tað er okkara stóra ynski, at eldraøkið – eisini framyvir – verður raðfest í kommunala geiranum.

Kommunurnar við Skálafjørðin hava eisini m.a. samstarv um Skálafjarðar sløkkilið, og eisini tað samstarvið eru vit í Nes kommunu takksom fyri.

Vegna bygdaráðið vil eg eisini bera starvsfólkunum hjá Nes kommunu eina hjartans tøkk fyri tykkara týdningarmikla arbeið, sum tit fremja millum ár og dag. Ein serlig tøkk til tykkum, sum í dag hava fyrireikað og skipað hetta hugnaliga tiltakið. Sum politikari ert tú valdur at tæna fólkinum, og tí er tað so hugaligt at merkja ein positivan hugburð millum starvsfólkini, har aðalreglan er at vilja tæna borgarunum.

At enda vil eg siga, at tað er ein heiður, ábyrgdarfull og spennandi uppgáva at verða borgarstjóri í Nes kommunu, sum nú tekur við býarheitinum. Samstundis vil eg minna á – fyrst og fremst meg sjálvan, eina løtu sum hesa, at hugsa um innihaldið í sanginum ”Morgun” hjá Martin Joensen, har hann í seinasta ørindi sigur:

”Ábyrgdin á tínum herðum,

Gáva frá okkum til tín.

Byrða, ið tung er at bera,

Ber hana betur enn vit.”

Sum borgarstjóri, maður, pápi og ikki minst abbi – so áliggur tað mær – og okkum øllum, í øllum verki, at taka skilagóðar og ábyrgdarfullar avgerðir, ið tæna komandi ættarliðum. At vit við virðing bera góða førningin, sum vit fingu frá fedrum okkara, teimum, sum løgdu lunnar undir okkara vælferðarsamfelag, víðari til okkara eftirkomarar.

Guð, gevi mær – og okkum øllum – styrki og vísdóm til tað!

Takk fyri!

Súni í Hjøllum, borgarstjóri


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder