Ítróttur

Næstan 4.000 atgongumerki seld

Sølan av atgongumerkjum til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum hevur seinastu dagarnar gingið væl

2022-10-29 11:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: – Hetta er millum allar størstu dystir á árinum, og eg gleði meg heilt ótrúliga nógv. Tað verður eisini stuttligt at spæla framman fyri so nógvum áskoðarum, sigur Jóannes Bjartalíð, ið væntandi verður millum teir fyrstu ellivu hjá klaksvíkingum leygarkvøldið.

Eisini landsliðsliðfelagin hjá Jóannesi og stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar er spentur til finaluna.

– Ja, hetta verður heilt sikkurt stuttligt, og vónandi fáa vit ein góðan dyst. Liðið hjá KÍ hevur verið gott í ár, so tað verður trupult. Men við yvir túsund Víkinga-fjepparum á stadion kann bera okkum langt, sigur Sølvi Vatnhamar við heimasíðuna hjá FSF.

Og sølan av atgongumerkjum til ársins steypafinalur hevur eisini gingið væl. Seinnapartin fríggjadagin vóru næstan 4.000 atgongumerki seld. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum. Sølan av atgongumerkjum fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Steypafinalan hjá kvinnum millum KÍ og HB byrjar klokkan 15:00, og klokkan 19:00 verður finalan um Løgmanssteypið bríkslað í gongd.

KUNNING TIL ÁSKOÐARAR

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder