Ítróttur

Næstan 3.000 atgongumerki seld

Sølan av atgongumerkjum til steypafinalurnar á Tórsvølli leygardagin 29. oktober gongur væl, og í løtuni eru næstan 3.000 atgongumerki seld

Tað er okkurt, ið bendir á, at Tórsvøllur møguliga verður fullsettur til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum, sum verða leygardagin 29. oktober - Mynd: portal.fo / Sverri Egholm

Tað er okkurt, ið bendir á, at Tórsvøllur møguliga verður fullsettur til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum, sum verða leygardagin 29. oktober - Mynd: portal.fo / Sverri Egholm

2022-10-15 11:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Leygardagin 29. oktober verða ársins steypafinalur hjá kvinnum og monnum á Tórsvølli. Klokkan 15:00 fara kvinnurnar hjá KÍ og HB á vøllin, og klokkan 19:00 verður finalan um Løgmanssteypið.

Í samband við finalurnar er Tórsvøllur býttur upp á bólkar, so viðhaldsfólkini hjá hvørjum einstøkum liðum sita saman.

Víkinga viðhaldsfólk halda til í bólkunum 101 til 104, KÍ viðhaldsfólk halda til í bólkunum 105 til 113, og HB viðhaldsfólk halda til í bólkunum 114 til 116. Síðan eru bólkarnir 209 til 213 ætlaðir øðrum fótbóltsfjepparum.

Og higartil hevur sølan gingið sera væl. Fyrrapartin leygardagin vóru næstan 3.000 atgongumerki seld. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum.

Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin fyri eitt atgongumerki er 100 krónur, og er hetta galdandi fyri bæði vaksin og børn, og gevur atgongd til báðar dystirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder