Ítróttur

Myndir: Vøllurin á Valloyruni er tikin av

Mánadagin var tað seinasta tikið av vøllinum í Sandavági, sum nú verður skiftur.

2022-04-13 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fótbóltsvøllurin í Sandavági hevur verið í vánaligum standi í nógv ár, og hevur hetta verið ein orsøk til vantandi virksemi á vøllinum, við venjingum og spælandi børnum. Seinast graslíkið á vøllinum varð skift, var í 2011. Somuleiðis hava UEFA sparkivøllirnir allir nøkur ár á baki.

Á seinasta býráðsfundi í 2021, samtykti býráðið at fara undir at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum í Sandavági, umframt graslíkið á teimum trimum UEFA sparkivøllunum í Vatnsoyrum, norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági. Stórur dentur varð lagdur á, at tað skuldi vera ein umhvørvisvinarlig loysn, sum er góð fyri heilsuna og umhvørvið.

Um hálvan mai verður nýtt graslíkið lagt á.

Slagið av graslíkið sum verður lagt á vøllirnar er Domo Varioslide S Pro. Tað serstaka við hesum slagnum av graslíki er, at tað er framleitt til føroysk viðurskifti. Hæddin á grasstránum er 5,5 cm, sum er væl hægri enn vanligt, og tá trýst verður lagt á graslíkið frá einum bólti ella fóti og fer av aftur, so rættir strái seg upp aftur beinanvegin. Hetta gevur teimum sum spæla á vøllinum eitt følilsi av at spæla á einum vanligum grasvølli.

Tað sum er mest umhvørvisvinarligt við at vøllirnir verða skiftir, er fyllan sum verður løgd á. Flest allir vøllir í Føroyum hava gummigranulat sum fyllu. Gummigranulat er sera dálkandi, og er ein stór orsøk til nógv mikroplast í náttúruni, og er skaðiligt bæði fyri fólk, djór og lívmargfeldið.

Myndirnar eru tiknar leygardagin og mánadagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder