2022-09-17 16:15
Í 2010 fekk Vága Ríðingarfelag byggiloyvi til ríðihøll, og arbeitt hevur verið við ríðihøllini síðani tá, og í dag kom tekjan á hana.
Um 30 fólk vóru og hjálptu til at fáa tekjuna á bygningin, sum er 1640 fermetrar til støddar.
Nógv sjálvboðin arbeiðsorka hevur verið í verkætlanuni síðani loyvi kom til at byggja bygningin, og hevur Vága Ríðingarfelag eisini fingið nógvan góðan stuðul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald