Felagsliðið úr Suðuroynni hevur fingið eina keðiliga byrjan uppá kappingarárið og taptu tveir teir fyrstu dystirnar 16-0 og 11-0.
Tað var 07 Vestur ið hevði bóltin so at siga allan fyrra hálvleik, og tað skuldu ganga 40. minuttir áðrenn fyrsta málið kom í dag. Tað var Evelin ið legði 07 Vestur á odda 0-1, og var tað eisini hálvleiksstøðan.
07 Vestur byrjaði eisini seinna hálvleik væl, og komu á odda 0-2 við málið frá Kristinu Gásdal. TB/FCS/Royn komu betri við í dystin sum seinini hálvleikur gekk, og minkaðu tær eisini um munin til 1-2 tá ið Sára A. Vang skoraði.
Carol staðfesti sigurin fyri 07 Vestur seint í dystinum tá ið hon skoraði til 1-3.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald