Ítróttur

Myndir: TB/FCS/Royn 1-1 07 Vestur

TB/FCS/Royn tók tíðliga seinnapartin ímóti 07 Vestur

2023-06-24 17:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jóansøkudysturin í Betri-deildini hjá kvinnum var í dag millum TB/FCS/Royn og 07 Vestur. 

Hálvleiksstøðan var 0-0, men høvdu tær grønu úr Suðuroy verið meira neyvar frammanfyri málið hjá 07 Vestur, so áttu tær at verið frammanfyri við nøkrum málum í hálvleikinum.

Tað var Lisa Haraldsen ið legði 07 Vestur á odda 0-1 tá ið 75. minuttir vóru leiktir. Sissal Haraldsen fekk sítt seinna gula kort tá ið 82. min. vóru leiktir, og vóru tær hvítu úr Vágum noyddar at spæla við einum spælara færri tað í restaði í av dystinum.

Silja Augustinussen javnaði til 1-1 tá ið 90. min. vóru leiktir, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

Av tí talan var um Jóansøku dyst, so skuldi vinnari finnast. 07 Vestur vann straffikappingina 5-4.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder