2022-02-04 20:43
Leikandi venjarin hjá Ternuni, Trygvi á Brekkukletti, lovaði í 3-2 herfyri, at Ternan fór at vinna eitt sett í ár. - Hann helt orð, tí tað hendi í kvøld, tá Ternan vann 3. settið 26-24 ímóti SÍ í steypakappingini.
SÍ vann tó dystin 3-1 (25-17, 25-7, 24-26, 25-17).
Tað merkir, at SÍ endar sum nr. 2 í bólki 1 og skal spæla hálvfinalu ímóti Mjølni a, sum vann bólk 2.
Í hinari hálvfinaluni møtast ÍF og Fleyr, sum gjørdust ávikavist nr. 1 og 2 í bólki 2 og 1.
Hálvfinalurnar verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 12. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald