2024-06-05 20:42

Tað sæst ikki aftur í Sørvági, at verkfall hevur verið í meira enn tríggjar vikur og fólk ikki hava kunna keypt sær brennievni. Tá hugt verður á øki, sum Sørvágs Country & Blues festivalur hevur lagt av til húsvognar, so eru longu nógvir húsvognar komnir á øki.
Sjálvur festivalurin byrjar ikki fyrr enn fríggjadagin, men í skrivandi løtu er stórt eldratiltak á skránni í fimleikahøllini í Sørvági.
Í morgin er Dansistovan í Sørvági karmur um tvey tiltøk.
Klokkan 18:50 fríggjadagin setur borgarstjórin í Sørvági festivalin.
Sí skránni niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald