KÍF vann fyrru hálvfinaluna 26-25, og kundu tí liva við at fáa javnleik í dag, meðan Neistin skuldi vinna fyri at hava møguleikan at spæla seg víðari.
Talan var um ein spennandi dyst í Kollafirði í kvøld. Tað var heimaliðið í byrjaði betri, og komu á odda 2-0, og tá ið 10. minuttir vóru farnir var KÍF á odda 4-1. Neistin svaraði aftur við tveimum málum og komu uppá 4-3. Eftir 19. minuttir var støðan 5-5. KÍF tók tá eitt time-out og løtu seinni var støðan 9-5. Neistin svaraði aftur við 3 málum, og var støðan 9-8 tá ið 24. min. vóru leitkir. Hálvleiksstøðan var 13-11 til KÍF.
Tað var eisini KÍF, sum byrjaði seinna hálvleik betur, og komu á odda 17-12 eftir 38. min. Tá ið 44. min. vóru leiktir var støðan 18-17. KÍF gjørdi aftur eina roynd at sleppa frá Neistanum, og tá ið 48. min. vóru leiktir var støðan 22-18. Neistin hálaði aftur inná KÍF, og tá ið 58. min. vóru leiktir var støðan javnleikur 24-24. Liðini komu so uppá 25-25, og KÍF kom á odda 26-25, og tá manglaði minni enn ein minuttir í, og væntaðu tey flestu at KÍF hevði spælt seg víðari.
Neistin tók time-out við tíðini 59:16, og javnaðu teir til 26-26. KÍF tók time-out við tíðini 59:39, og var boðskapurin greiður fyri teir reyðu úr Kollafirði. Teir skuldu bara klára at halda uppá bóltin ella skora eitt mál, men tað gjørdu teir ikki, og Neistin fekk fatur á bóltinum tá ið 10 sekund vóru eftir. Neistin fór í skjótálip og fingu brotskast, sum Ágúst Oskarsson skoraði uppá og sendi Neistan víðari í finaluna.
Hans Eli Sigurbjørnsson og Baldur Gillason fingu flest mál fyri KÍF, teir fingu hvør síni 5 mál.
Ágúst Oksarsson var toppskjútti í dystinum, og fekk hann 8 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald