Formaðurin í Sandavágs Talvfelag Ingi Wiberg Joensen bjóðaði vælkomin og hugleiddi um felagið, sum í ár vann bæði 1. og 2 deild og gjørdist nr. 3 í unglingadeildini, Sandavágs Talvfelag hevði í ár tvey lið við í 3. deild, tey blivu nr 4 og 6 í kappingini. Felagið hervur nú verið FM-meistari 8 ferðir.
Komandi kappingarár skal Sandavágur sostatt hava tvey lið í 1. deild.
Hans Ravnsfjall setti dám á løtuna við góðum sangi og gittarspæli.
Bjarni Prior borgmeistari í Vága kommunu helt røðu, har hann frøddist um góðu úrslitini og helt at hesi góðu úrslitini hava sera nógvan tídning fyri samanhaldið í kommununi. Hann vísti eisini á stóra ungdómsarbeiðiið, sum verður gjørt í felagnum.
Rógvi Egilstoft og Jón Atlason hugleiddu somuleiðis um talv og Sandavágs Talvfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald