Fyrra hálvfinalan millum 07 Vestur og KÍ endaði 2-2 á Dungasandi, og tí kundu bæði liðini framvegis spæla seg í steypafinaluna. Tað var tó KÍ ið var nógv tað betra liðið á vøllinum í kvøld, og vann dystin 4-0.
Í Vágum var nógv gjørd burturúr seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Mánakvøldið hittust áskoðarar hjá 07 Vestur til at venja felagssangir til seinnu hálvfinaluna, les meira um tað her.
Í morgun hava 07 Vestur spælarnir verið í skúlanum á Giljanesi og skúlanum í Sørvági, har spælarnir hava sungi 07 Vestur sangir við næmingunum.
Klokkan 14 í dag byrjaði so upphitingin fyri áskoðarunum hjá 07 Vestur í 07 Vestur húsinum í Sørvági. Áskoðarnir hjá 07 Vestur fór væl mannaðir til Klaksvíkar við fimm bussum og nógv koyrdu eisini sjálvi.
Áskoðarnir gingu skrúgongu oman til Djúpumýru, og sjálvdan hava KÍ áskoðarnir verið í undirtalið í skýlinum, men tað vóru teir í kvøld, og teir nógvu 07 Vestur áskoðarnir gjørdu um seg allan dystin
"07 Vestur-áskoðararnir vóru komnir mannsterkir til Klaksvíkar og skaptu ein framúr stemning, sum ikki er sæddur við Djúpumýrar fyrr í ár" stendur at lesa á Nordlysid.fo.
Sambært faroesoccer.com vóru 1800 áskoðarar til dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald