Mentan

Myndir: Framúr fagnaðartiltak fyri Stongum & Guttesen

Dansistovan í Sørvági var í gjárskvøldið karmur um fagnaðartiltakið fyri Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum.

2024-01-28 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dansistovan var fullsett, og vóru um 250 fólk til tiltakið í gjárskvøldið, sum byrjaði klokkan 20, og endaði fýra tímar seinni.

Jóhan Mikkelsen var orðstýraði, og hann legði eisini fyri og spældi eitt lag.

Sámal Ravnsfjall framførdi tvey løg, og síðani slapp landsstýriskvinnan Siri Stenberg á pallin at halda eina røðu. 

Eftir tað framførdu fyrst, Hips um Haps og síðani Glátt Gras, áðrenn Uni Leitisstein segði nøkur orð áðrenn steðgin.

Tá ið fólk komu inn aftur frá steðginum stóðu Garpar klárir á pallinum. Jákup á Stongum við bólki komu síðani. Erhard Jacobsen helt eisini eina talu.

Holgar Jacobsen við bólki fingu eisini høvi at framføra tvey løg, áðrenn Eyðun og Terji skuldu á pallin at framføra tey seinastu løgini.

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, førdi fram talu, og handaði teimum báðum Stongum & Guttesen hvør sína gávu. 

Teir nógvu áhoyrarnir fingu eisini høvi, at hoyra Jóan Jakku og Magnus tá ið, teir endaðu fagnaðartiltakið við einum braki. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder