Tað er stórur munur á hvør tey ymisku liðini eru. Fremsta liðið er í løtuni ávegis niðan á Slættaratind, og tey ið eru aftast eru í løtuni júst farin úr Saksun.
Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen ið eru einastu føroyingarnir ið eru við í kappingini eru í morgun staddir í Haldarsvík. Tey skulu rógva úr Haldarsvík inná Skálabotn.
Henda treystiskapping er ein tann mest avbjóðandi kappingin í í heiminum í menniskjaligum treysti, sálarstyrki og førleikum.
Blandaði lið við fýra íðkarum kappast uttan íhald, nátt og dag, fyri at berja seg gjøgnum teinar á upp til 500 – 1000 km. Hvør teinur er ein serstøk ferð um fjøll og firðir, har íðkarar skulu súkkla, renna, rógva og síga.
Liðini mugu finna veg við korti og kumpass gjøgnum føroysku náttúruna. Stríðið stendur ikki einans millum lið, men líka nógv við ógvusliga møði, svøvnloysi og skiftandi veður. Gevst ein á liðnum, verður alt liðið strikað úr kappingini.
At koma á mál er í sær sjálvum ein stórur sigur.
Kappingin verður í Føroyum frá 13.-19. august, har íðkararnir skulu kappast 250 km á fjallasúkklu, 160 km til gongu og 80 km í báti.
Talan verður um eina ógloymandi ferð fyri tey luttakandi, sum kappast í 27 liðum úr 12 ymiskum londum. Vinnaratíðin verður mett at fara at liggja um hálvtfjórða samdøgur, um veðrið er gott.
Evstamark er, at komast skal á mál innan góð seks samdøgur, í seinasta lagi leygardagin 19. august kl. 12.
Tað ber til at fylgja kappingini beinleiðis her.
Sí myndir niðanfyri, sum Gurið Lómfelli hevur tikið í gjár og fyrradagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald