2024-01-11 20:14
Fyrri hálvleikur:
Dysturin byrjaði javnt, føroysku leikararnir vóru uppsettir frá byrjan og førdu teir fyrstu minuttirnar, men slovenar fótaðu sær og komu fyri seg aftur, tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tá ið farið var til hálvleik vísti máltalvan 13-13, men kundi føroyska liðið eins væl ført við 2-3 málum
Seinni hálvleikur:
Seinni hálvleikur byrjaði eisini javnt, liðini skiftust at liggja omaná, tá ið einir 12 minuttir vóru leiktir førdu Føroyar við 2 málum, men tá fótaðu slovenar sær og eftir 10 minuttir førdu teir við 5 málum. Í seinastu minuttunum kundu Føroyar um hepni var við teimum saktanst komið framum,k men vit taptu. Endaliga støðan gjørdist 29-32 til slovenar.
Dømingin haltaði:
Bæði undir dystinum og eftir dystin sat ein eftir við kensluni, at dømingin ikki var eins góð fyri báðar partar, tað er sera harmuligt, tá so avgerandi dystir verða leiktir, vit vóna at tað batnar til komandi dystir.
4-5000 føroyskir áskoðarar:
Vælmøttu føroysku áskoðararnir vóru fantastiskir, tað tóktist sum um teir áttu høllina, ein rørandi og sera góður stuðul at fáa - teir áttu eisini sín part av góða úrslitinum í kvøld.
Føroyskir málskjúttar í 29-32 tapinum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (3) - 15 skot
Hákun West av Teigum 9/11 – Dagsins spælari
Teis Horn Rasmussen 3
Óli Mittún 2
Vilhelm Poulsen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Leivur Mortensen 1
Rói Berg Hansen 1
(Brend skot: 16 = 55 prosent)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald