HSF: Sum úrslitið boðar frá, var talan um ein málríkan dyst, har føroyska álopsspælið fyri tað mesta koyrdi væl, meðan verjuspælið kundu verið betri til tíðir. Pauli Jacobsen stóð eisini ein frálíkan dyst í føroyska málinum við 35% í bjargingarprosenti.
Tað var annars Belgia, sum byrjaði dystin betri og vóru teir á odda fyrstu minuttirnar. Sterkasta vápnið hjá Belgia tóktist at vera frálíka strikuspælið, sum var vandamikið so at siga allan dystin. Føroyska liðið fekk tó skjótt fatur og løgdu okkara seg á odda, og hildu eina leiðslu á fýra mál. Støðan í hálvleikinum var 19-16. Pauli Jacobsen stóð ein frálíkan hálvleik við fleiri heilt framúr flottum bjargingum. Í álopinum vóru tað serliga spælskiparin, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum á høgra vongi, sum vóru eyðsýndir. Hákun spældi, so at siga, bert fyrra hálvleik, men skeyt hann heili 7 mál hesa løtuna.
Føroyar høvdu eisini tamarhald á dystinum í seinna hálvleiki. Føroyska breiddin tóktist sterkari enn tann belgiska. Gestirnir gjørdu nógvar villir og revsaðu okkara menn við skjótálopum, har Rói Berg Hansen var serliga eyðsýndur á vinstra vongi og fekk heili 8 mál bert í seinna hálvleik. Føroyska liðið økti leypandi í seinna hálvleiki og stóð 41-31 á talvuni tá dysturin var av. Allir á føroyska liðnum fingu spælitíð í dag og vóru eisini heili 13 málskjúttar.
Føroyar og Belgia møtast aftur í annaðkvøld, leygarkvøldið. Dysturin byrjar klokkan 19.30. Útselt er til hendan dystin, men verður hann stroymdur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rói Berg Hansen 8
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8
Hákun West av Teimum 7
Teis Horn Rasmussen 3
Jónas Gunnarson Djurhuus 3
Helgi Hildarson Hoydal 2
Allan Norðberg 2
Kjartan Johansen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Vilhelm Poulsen 1
Ísak Vedelsbøl 1
Rói á Skipagøtu 1
Leivur Mortensen 1
Málverjar:
Pauli Jacobsen 16/45
Nicholas Satchwell 2/4
Vit vóru í høllini á Hálsi við myndatólinum.
Hoyr eisini:
Pauli: Tað er altíð stuttligt at spæla í Føroyum
Julian: Vit skulu hava nakrar rustfeilir vekk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald