2022-09-20 21:35
Fullskala venjingin hjá Vága Floghavn “Smyril 2022” var seinnapartin í dag.
RC7000 ið skuldi fara á flog av flogvøllinum í Vágum misti kraftina tá ið flogfarið var komin hálvan veg á flogvøllinum, og kláraði ikki at fáa ferð á flogfarið. Flogfarið datt niður á Sørvágsfirði og Bíggjarvegnum.
Endamálið við venjingini var at royna tilbúgvingarætlanina hjá Vága Floghavn, BL 3-9, við serligum atliti til tvørfakligt samstarv við aðrar partar í tilbúgvingini.
Upp móti 400 fólkum tóku lut í venjingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald