HB tók seinnapartin ímóti 07 Vestur í Betri-deildini hjá monnum.
Tað var HB, sum var nógv tað betra liðið í fyrra hálvleiki og førdu eisini 2-0 í hálvleikinum.
Stefan Radosavljevic skoraði til 1-0 eftir 21. minuttir, og Sølvi Egilsson gjørdi sjálvmál til 2-0 eftir 38. minuttir.
Í seinna hálvleiki vóru liðini meira jøvn, og minkaði Ronni Møller-Iversen um munin til 2-1 eftir 55. minuttir. Tað sá leingi út til at HB fór at vinna dystin 2-1, men í yvirtíðini javnaði Høgni E. Nielsen fyri 07 Vestur, og væntaðu tey flestu at dysturin fór at enda við javnleiki.
Pætur Petersen fekk bóltin í málið hjá 07 Vestur, men málið bleiv kolldómt.
Dysturin endaði tí við javnleiki 2-2.
Eftir dystin fekk Teitur M. Gestsson reyttkort fyri kjaftaslit.
Sí eisini: Høgni: Vit fingu meira stýr á miðjuna í seinna hálvleiki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald