Ítróttur

Myndir: Atli Gregersen skeyt fyrsta skotið á nýggja vøllinum

Í sambandi við at, nýggja graslíkið á fótbóltvøllinum á Valloyruni í Sandavági var alment tikið í brúk í morgun, var skipað fyri almennari móttøkuni á vøllinum.

2022-06-11 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bjarni Prior, borgarstjóri, segði nøkur orð, og so skuldi hann standa sína roynd í málinum tá ið Alti Gregersen slapp at skjóta fyrsta skotið á vøllinum.

Slagið av graslíkið sum er lagt á vøllirnar er Domo Varioslide S Pro. Tað serstaka við hesum slagnum av graslíki er, at tað er framleitt til føroysk viðurskiftið. Hæddin á grasstránum er 5,5 cm, sum er væl hægri enn vanligt, og tá trýst verður lagt á graslíkið frá einum bólti ella fóti og fer av aftur, so rættir strái seg upp aftur beinanvegin. Hetta gevur teimum sum spæla á vøllinum eitt følilsi av at spæla á einum vanligum grasvølli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder