2023-08-07 21:43

Tað vóru gestirnir úr Havn ið byrjaðu dystin betri, og komu eisini á odda 0-2. Fyrst var tað Valerijs Sabala ið skoraði til 0-1, og Benjamin Heinesen økti um munin til 0-2.
Leingi sá tað eisini út til at B36 fór at vinna dystin, men heimaliðið legði eitt stórt trýst á B36 ímóti endanum av dystinum. Julian Mouritsen minkaði um munin tá ið 85. min. vóru leiktir og Eiler Fróðason javnaði til 2-2 í yvirtíðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald