Ítróttur

Myndir: 07 Vestur vann 2-1 á HB

07 Vestur vann seinnapartin á HB

2023-06-25 18:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

14. umfar í Betri-deildini hjá monnum í fótbólti er leikt hetta vikuskiftið. Á Dungasandi tók 07 Vestur ímóti HB.

Jasper Van Der Heyden legði 07 Vestur á odda við einum góðum skjótálopið tá ið 16. min. vóru leiktir av dystinum. Hálvleiksstøðan var 1-0 til 07 Vestur.

Fyrrverandi 07 Vestur leikarin Mads Borchers javnaði til 1-1 tá ið 51. min. vóru leiktir. 

Janus S. Samuelsen legði 07 Vestur á odda 2-1 tá ið 63. min. vóru leiktir. HB royndi at trýsta tað í eftir var av dystinum, men dysturin endaði 2-1 til 07 Vestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder