Ítróttur

Myndir: 07 Vestur nærkast FM

U21 dreingir: 07 Vestur hevði í kvøld vitjan av B36.

2023-09-18 22:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur ið er oddalið í U-21 hevði í kvøld vitjan av B36. 

Tað var 07 Vestur ið legði seg á dystin beinavegin, og hevði Eiler Fróðason lagt 07 Vestur á odda bæði 1 og 2-0 áðrenn eitt korter var leikt.

Julian Mouritsen økti um munin til 3-0 eftir 29. min. 

Napoleon í Lon Tjørnudal skoraði til 4-0 eftir 54. min. B36 minkaði um munin til 4-2, sum eisini gjørdis úrslitið av dystinum. Málini fyri B36 fingu Finn Johannesen og Eliesar Johannesen.

Nú manglar ikki nógv í hjá 07 Vestur at vinna deildina. 07 Vestur hevur tveir dystir eftir, og eru í løtuni 9 stig frammanfyri KÍ á 2. plássið. KÍ hevur leikt tveir dystir færri enn 07 Vestur.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder