Ítróttur

Myndir: 07 Vestur hevur leikt seg í hálvfinaluna

07 Vestur var í kvøld á vitjan hjá AB í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

2023-05-09 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í fyrra hálvleiki var AB tað betra liðið á vøllinum. Hálvleiksstøðan var 0-0. 07 Vestur spælarnir hava helst fingið nøkur góð orð frá venjarinum í hálvleikinum.

Tá ið 51. minuttir vóru leiktir fann Rasmus Knudsen, Uros Stojanov í brotsteiginum, sum skoraði til 0-1. Magnus Holm Jacobsen økti um munin við einum góðum málið tá ið 68. minuttir vóru leiktir. Tað sá leingi út til at 07 Vestur fór at vinna dystin 2-0, men í yvirtíðini minkaði Brian Jakobsen um munin til 1-2 eftir brotsspark. 07 Vestur vann dystin 2-1.

Úrslitini í hinum fjórðingsfinalunum vóru:

B36 0-2 HB

EB/Streymur 4-1 Skála

B68 2-1 NSÍ

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder