2023-10-02 23:07

Nógv fólk vóru samlaði á Dungasandi í kvøld til dyst millum 07 Vestur og HB í U21.
Tað var 07 Vestur ið var betra liðið á vøllinum í kvøld, og komu eisini á odda 1-0. Tað gekk bert ein lítil løta til HB hevði javna til 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Dreingirnir hjá 07 Vestur hava í kvøld skrivað søgu. Talan er um fyrsta FM-heitið hjá felagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald