07 Vestur tók í kvøld ímóti oddaliðnum í Betri-deildini - KÍ. Talan var um fyrru hálvfinaluna millum liðini í steypakappingini.
07 Vestur fekk eina dreyma byrjan uppá dystin tá ið Mads Borchers skoraði til 1-0 eftir 8. minuttir. KÍ royndi at trýsta, men komu ongantíð til teir heilt stóru málmøguleikarnar, og var hálvleiksstøðan 1-0 til heimaliðið á Dungasandi.
Páll Klettskarð javnaði til 1-1 tá ið hann var sendur í skjótálop tíðliga í fyrra hálvleiki. Tá ið 64. min. vóru leiktir stóð Páll aftur á rættað stað tá ið hann skoraði til 1-2 eftir ein stóran brølara í 07 Vestur verjuni.
Mads Borchers javnaði til 2-2 tá ið 88. minuttir vóru leiktir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald