Ítróttur

Myndir: 07 Vestur 1-1 HB

Fyrra hálvfinalan í steypakappingini millum 07 Vestur og HB endaði við javnleiki

2023-06-29 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur tók í gjár ímóti HB í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmansteypið.

Tað var HB ið legði betri fyri, og komu eisini á odda tá ið eitt korter var leikt. Dan í Soylu legði gestirnar úr Havn á odda. 

Liðskiparin hjá 07 Vestur javnaði til 1-1 tá ið 24. min. vóru leiktir, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Tá ið 10. min. vóru leiktir av seinna hálvleiki fekk Ári Mohr Jónsson sítt seinna gula kort, og skuldu HB spæla restina av seinna hálvleiki við einum manni færri. 

HB legði seg aftur at verja tá ið var eftir av dystinum, og 07 Vestur sum vóru spælstýrandi í seinna hálvleiki kom ikki til teir stóru málmøguleikarnar.

Dysturin endaði 1-1.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder