FSF: NSÍ er fjórða liðið, sum hevur spælt seg í hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá kvinnurnar úr Runavík vunnu 4-0 á útivølli móti 07 Vestur. Í steðginum var annars málleyst, men í seinna hálvleiki setti NSÍ tingini upp á pláss.
Lena Olsen skoraði tvær ferðir, meðan Dania Olsen og Helga Mikkelsen gjørdu hvør sítt mál.
Sunnudagin vóru hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar á skránni. Í Havn vann KÍ 1-0 á HB, á Skála vann B36 2-0 á EBS/Skála, og í Gøtu var eingin ivi, har Víkingur vann 8-1 á TB/FCS/Royn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald