
Summarfestivalur er í hesum døgum og tí kann vera trupult at sleppa av við bilin í miðýnum og kring Djúpumýru. Heitt verður í hesum sambandi á viðhaldsfólk, sum ynskja at heiðra KÍ, um at nýta inngongdina við Bøgøtu ella Jógvan Waagsteinsgøtu.
Góða úrslitið hjá KÍ merkir, at KÍ er fyrsta føroyska felag at vinna tveir dystir í Champions League og er KÍ tí eisini tryggjað luttøku í bólkaspælinum í UEFA Conference League. Hetta má sigast at vera eitt bragd og skal hátíðarhaldast.
Komandi dystur hjá KÍ í Champions League verður ímóti norsku meistarunum Molde. Fyrsti dysturin verður týsdagin 8. august á Tórsvølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald