Mentanarvika er í Runavíkar Kommunu og eins og undanfarnu árini fær føroyska málið høga raðfesting á skránni. Í ár er móðurmálsorðaskiftið skipað undir yvirskriftini Hvat sigur ungdomurin? Vit spyrja, hvønn týdning málið hevur fyri okkara samleika. Hava vit skyldu at røkja og menna málið? Og hvat skulu vit gera, til tess at varðveita málið? Tey, sum fara at kjakast eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard, sum eru vertir í vælumtóktu ungdómssendingini í Kringvarpinum, Gentuvesið. Tær báða arbeiða sostatt dagliga við málinum og vita, hvat man røra málsligar hjartastreingir hjá føroyskum ungdómi. Við eru eisini Ragnar Davidsen og Steen Rói Lorenzen, umframt Pálin Olsen, sum er lærari, Marianna Debes Dahl, rithøvundur og Hans Tórgarð, sjónleikari og týðari. Pallstjóri verður Búi Egason, og ætlanin er, at fundarfólkið skal koma til orðanna um evnið. Afturat málsligum kjaki er eisini góður, føroyskur tónleikur á skránni, sum SWANGAH fer at framføra. Tiltakið, sum er alment og ókeypis, er í Løkshøll í Runavík mikukvøldið 27. apríl klokkan 19. Dagførd talgild skrá yvir Mentanarvikuna er at síggja á visitrunavik.fo |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald