Ítróttur

Mjølnir og SÍ bíða eftir FM-finalunum

Føroya Tele-deildin, menn:

2024-02-19 08:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir tryggar sigrar hjá Mjølnir og SÍ á ávikavist Fleyr og ÍF er munurin á stigatalvuni ímillum tey bæði fremstu á finaluplássunum og hini nú so stórur, at tað er mest sum bara í teoriini, at ÍF og Fleyr kunnu vinna seg upp á annaðplássið, sum gevur atgongd til FM-finalurnar.

Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-19, 25-18, 25-21)
Í Klaksvík fekk heimaliðið lítið av mótstøðu frá havnarliðnum, sum helst bara má viðurkenna, at tað ikki er ment at geva teimum báðum fremstu veruliga mótstøðu í ár.

Gaman í fylgdi Fleyr leingi væl við í fyrsta setti og var eisini fleiri ferðir á odda, men eftir 16-16 fór Mjølnir framum 24-17 og vann 25-19. Triðja sett var meinlíkt, men eftir 17-17 fór at dragna, og Mjølnir vann 25-21. Í øðrum setti sást skjótt, hvønn veg tað bar, tá Mjølnir hevði lagt seg á odda 6-1 og 11-4, og so vann Mjølnir lættliga 25-18.

SÍ – ÍF 3-1 (25-20, 25-13, 33-35, 25-18)
Í Sørvági tók SÍ á øðrumplássi ímóti ÍF, og tað var bara í triðja setti, at veruligur spenningur var í. Hetta settið var so eisini eitt av teimum meira óvanligu, sum fór langt upp um 30, áðrenn tað var avgjørt, tá ÍF loksins vann 35-33 við sínum tíggjunda settbólti.

Í fyrsta setti hevði ÍF annars bart seg upp á 19-20, eftir at hava verið aftanfyri 12-3, men so táttaði SÍ íaftur, og vann 25-20.


Hjá SÍ og Mjølni snýr tað seg nú mest um, hvør skal hava heimadyst í fyrru FM-finaluni. Liðið, sum er nr. 1, tá sjálv landskappingin er lokin, fær heimavøll í fyrru FM-finaluni. Tað kann hava ávísan týdning, tí hagtølini siga, at síðani farið varð undir at spæla FM-finalur í 2010, er tað ongantíð komið fyri, at tað liðið, sum hevur vunnið fyrsta finaludystin, ikki er vorðið føroyameistari – hvørki hjá monnum ella kvinnum.  

Sum støðan er beint nú, er tað Mjølnir, sum er sjey stig frammanfyri SÍ, sum fer at fáa heimavøllin fyrra finaludystin, men Mjølnir og SÍ møtast tvær ferðir aftrat í landskappingini, so enn er als einki avgørt, sum ein klaksvíkingur plagar at siga.   

Men áðrenn vit koma har til FM-finalurnar, fara Mjølnir og SÍ at møtast í steypafinaluni, sum verður í Høllini á Hálsi í Havn leygardagin 24. februar.

Støðan í Føroya Tele-deildini, menn:

Nr.

Lið

Dystir

Stig

1

Mjølnir

11

30

2

10

23

3

Fleyr

10

12

4

ÍF

9

10

5

Ternan

10

0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder