2024-07-17 08:30
Í oktober í 2023, luttók Mjølnir í hesi kapping fyri fyrstu ferð. Fyrsti dysturin var í Badmintonhøllini í Klaksvík og í fyrsta settinum tók Mjølnir øll á bóli og hólvaði hálendska mótstøðuliðið av. Dysturin endaði tó 3-1 til hálendska liðið, sum fótaði sær aftur.
Mjølnir skal í ár leika ímóti VC Reshetylivka úr Ukraina. Fyrsti dysturin hjá Mjølnir verður á útivølli í døgunum 8. - 10 oktober. Returdysturin verður so 15. - 17. oktober í Badmintonhøllini í Klaksvík. Endaliga dagfestingin verður ásett seinni í vikuni. Staðfest verður eisini seinni, hvar útidysturin hjá Mjølnir skal leikast, tí hann verður ikki leiktur í Ukraina.
Føroysk lið hava møguleika fyri at luttaka í CEV-Champions League og í CEV-Challenge Cup. Mett verður, at mótstøðan enn er ov sterk við luttøku í Champions League, og tí hava liðini gjørt av at luttaka í Challenge Cup.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald