2023-03-04 15:07

Mjølnir var rættuliga greitt omaná í dag í steypafinaluni fyri gentur 14. Mótstøðuliðið var Dráttur, og Mjølnir lat ongan iva vera um, hvat sterkara liðið í dag var.
Bæði í 1. og í 2. setti var Mjølnir omaná og vunnu tær 1. sett 25-28, og 2. sett 25-17.
Dagsins leikari hjá Mjølni varð Maria Teresa Vitalis (vinstrumegin) og dagsins leikari hjá Drátti var Marjun á Mýrini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald