2024-09-27 18:56
Tað vóru Føroyar, sum vóru omaná í fyrra hálvleiki. Verjan stóð væl saman við einari sera vælleikandi Anniku Fríðheim Petersen í málinum. Føroyar løgdu seg á odda, men vóru tað nakað nógvar villur í føroyska spælinum, sum gjørdu at leiðslan ikki bleiv størri. Leikliga yvirvágin var tó føroysk allan hálvleikin, og fingu venjararnir flest allar leikarar á vøllin. Jana Mittún stýrdi føroyska álopspælinum væl, og var Pernille Brandenborg eisini eyðsýnd á strikuni við 5 málum í fyrra hálvleiki. Føroyar vóru á odda 14-12 við steðgin.
Føroyska liðið byrjaði heldur trilvandi í seinna hálvleiki. Sama flog var ikki yvir álopspælinum, og timing og neyvleiki vantaði. Slovakia hevði størri og tyngri leikarar, sum kundu skjóta útifrá, og fingu tær betri hol á fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Annika Fríðheim Petersen fekk tó fatur aftur og vunnu Føroyar seg framum 22-20, tá 10 minuttir restaðu. Venjararnir vildu royna 7 móti 6 spælið seinastu løtuna, men hepnaðist hetta illa. Føroyska liðið gjørdi samstundis nógvar villur seinastu løtuna við feilavleveringum, yvirtrakk og brendum skotum og kostaði hetta dystin. Føroyar fingu bert 9 mál í seinna hálvleiki og Slovakia vann 24-23.
Liðini møtast aftur í morgin kl. 14.00. Enn er ikki endaliga greitt, hvørt dysturin verður tøkur til stroyming.
Dystargongdin Slovakia – Føroyar
5 min. 1-2
10 min. 3-4
15. min. 5-6
20 min. 7-10
25 min. 10-12
30 min. 12-14
35 min. 15-16
40 min. 18-19
45 min. 18-20
50 min. 20-22
55 min. 23-23
60 min. 24-23
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 6
Pernille Brandenborg 5(1)
Turið A. Samuelsen 4
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Elsa Egholm 1
Rannvá Olsen 1
Lukka Arge 1(1)
Lív S. Poulsen 1
Bjarta O. Johansen 1
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen 13 bjargingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald