Ítróttur

Misjavnt hjá Føroyum ímóti Georgia í Silvurliguni

Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum spældi í leygardagin annan dystin í Silvurliguni í Montenegro, har mótstøðuliðið var Georgia, sum Føroyar á heimavølli vunnu 3-1 á fyri einum ári síðani. Í dag var mótstøðan tó nógv dyggari, og Georgia vann greiðan 3-0 sigur.

Mynd: CEV.eu

Mynd: CEV.eu

2024-05-19 12:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Silver League, kvinnur
Georgia - Føroyar 3-0 (25-16, 25-13, 25-19)

Føroyar hingu leingi í Georgia í fyrsta setti, men eftir 12-9 til Georgia fór at dragna, og Georgia vann 25-16.

Byranin upp á annað sett var nógv verri, og Georgia legði seg á odda 5-0 og 9-3, áðrenn Føroyar fótaðu sær og minkaðu um munin til bara tvey stig, so støðan gjørdist 11-9. Føroyar mistu tó takið aftur, og Georgia vann tey síðstu sjey stigini á rað og settið 25-13.

Triðja sett var nógv tað besta hjá Føroyum. Púra javnt var leingi, og støðan gjørdist 10-10 og síðani 12-10 til Føroyar og eisini 14-13. Men eftir 15-15 kom stígur í hjá okkara, og við fimm stigum á rað frá 17-16 til 22-16 dró Georgia frá og vann 25-19.

Næsta vikuskifti spæla Føroyar ímóti Luksemborg og Ungarn í Luksemborg. Ungarn er krútsterkt, men ávísar vónir eru um gott úrslit ímóti Luksemborg, sum hevur tapt báðar sínar fyrstu dystir 3-0: Luksemborg - Finnland 0-3 (7-25, 19-25, 9-25) og Portugal - Luksemborg 3-0 (25-10, 25-13, 25-21)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder