2022-09-10 11:02
Jóanis Nielsen

Jóanis Nielsen

Vit minnast Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen tí 150 ár eru liðin síðan teir báðu miðvingarnir vórðu bornir í heim.
Jákup Reinert Hansen gudfrøðingur, Phd og lektari í føroyskari kirkjusøgu, og Guðrun Gaard Phd. í norðulendskum bókmentum, og abbadóttir Rasmus, halda fyrilestur og hugleiða um merkismennirnar Olivar og Rasmus. Vágaprestarnir, Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð, lesa upp, og vit syngja sálmar og sangir eftir teir báðar. Vit bjóða ein drekkamunn í steðginum. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vága prestagjald og Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald