Ítróttur

Mikudagin koma føroysku EM-atgongumerkini til sølu

Ætlar tú til Berlin í januar 2024 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri menn, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í Mercedes-Benz arena?

2023-05-12 19:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Mikudagin, 17. mai, kl. 12.00, koma pakka-atgongumerkini tillutaði HSF til sølu. Í fyrstu atløgu er bert møguligt at keypa pakka-atgongumerki. Hetta merkir atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Dagsatgongumerki koma fyrst til sølu 31. mai.

Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 11. januar: Slovenia – Føroyar og Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar: Føroyar – Noreg og Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar: Pólland – Føroyar og Slovenia – Noreg

Mikudagin, 17. mai, kl. 12.00, verður leinkja løgd út á heimasíðuna og facebook hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu. Við at trýsta á leinkjuna og hareftir kotuna, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar. Til ber í mesta lagi at keypa 10 atgongumerki á gangin. Talan er um atgongumerki í sektión 218 (purpur), 219 (gul), 406 (blá), 407 (blá) og  408 (reyð). Hartil sita føroyingar eisini í sektión 104, 201, 217, og 220. Hesi seinnu eru atgongumerki, sum eru farin til ferðaskrivstovur o.o.

HSF hevur arbeitt fyri at tryggja føroyingum so nógv atgongumerki sum gjørligt, og eru omanfyri 2.200 atgongumerki tryggjaði føroyingum.

Hava tit ivamál viðvíkjandi atgongumerkjum, kunnu tit venda tykkum til HSF, Hans Jón Thomsen, [email protected], tlf. 783300 ella Hallur Danielsen, [email protected], tlf. 231982.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder