2022-11-01 09:30
Mikkjal hevur javnan fingið boðið útlenskt venjarastarv, og nú hevur eitt útlenskt felag við fríkeypsklausuli loyst hann úr sáttmálanum við KÍ.
Við tøkk fyri tað ómetaliga stóra arbeiðið í gjøgnum hesi átta árini ynskir KÍ Mikkjali bestu eydnu við næstu avbjóðingini.
KÍ er farið í holt við tilgongdina at seta nýggjan høvuðsvenjara. Málið er at seta ein vælskikkaðan leiðara við fakligum fótbóltsroyndum á høgum stigi. Hetta skal gerast við nærlagni og tekur tað tíð, sum krevst, tað skrivar ki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald