Ítróttur

Miðvágs Badmintonfelag: Dani verður venjari í vetur

Badmintonfeløgini ÍF, Nápur, MBF og KBF amstarva um nýggjan venjara.

2023-07-18 17:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú kappingarárið 2023/24 í badminton verður skotið í gongd í august mánaði, hava badmintonfeløgini ÍF, Nápur, MBF og KBF gjørt avtalu við nýggjan venjara.
Setanin av nýggja venjaranum er sostatt eitt samstarv ímillum áður nevndu badmintonfeløg.
Venjarin talan er um, er 21 ára gamli danin Jonas Mikkelsen, sum kemur úr Randers. Hóast sín unga aldur, hevur Jonas verið venjari í fleiri ár, og hevur hann hollar royndir sum badmintonvenjari í øllum aldursbólkum á ymiskum støði í Randers Badmintonklub.
Vit bjóða Jonasi hjartaliga vælkomnum sum venjari í feløgunum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder