Politikkur

Miðgarður søkir eftir 2 námsfrøðingum til vøggustovu

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum.

2022-12-08 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fakliga støðið er høgt og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini.


Vit dagføra okkum javnan við nýggjastu vitanini, tí vit vilja tryggja at okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á nýggjastu gransking.


Vit síggja tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión við barnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Okkara arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í okkara virðisprofili og barnasýni.


Vit søkja eftir námsfrøðingum og avloysarum til dagstovnin Miðgarð í Miðvági. Í Miðgarði ganga 100 børn. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur, ein stovu til tey 6 ára gomlu og ein serstovu. Barnagarðsstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.


Vit hava niðurskriva uppgávubýti millum námsfrøðingar og hjálparfólk, so øll kenna sína uppgávu.


Har sum menniskju koma saman er ein mentan galdandi. Mentanin verður javnan eftirmett, tí vit eru tilvitað um, at broytingar ávirka mentanina, og neyðugt er, at vit øll kenna okkum sum mentanarberarar. Fyri at viðlíka halda hetta, hava vit nýliga sett tíð av til ein námsfrøðing, sum hjálpir okkum øllum at ognartaka og taka ábyrgd av mentanini.


Í verandi løtu arbeiða vit eisini við at gera eina mentorskipan, sum skal tryggja tær eina góða byrjan, har tú fært innlit í og vegleiðing um hvussu vit arbeiða í Miðgarði. Alt hetta fært tú meira kunning um í innleiðsluskeiðnum, ið verður bjóða til øll nýggj starvsfólk.


Stovutoymini arbeiða sjálvleiðandi, við støðið í námsfrøðiligum tiltøkum, ið vit sjálvi hava ment, og eisini ognartikið uttanífrá. Hesi eru:


  • TÍTT
  • TRAS
  • Umhugsanarfundir
  • Betri vinir
  • Motorikvegleiðarar
  • Námsfrøðiligráðgeving
  • Matarskipanin
  • Mentorskipan


Tað er stuttligt at vera partur av Miðgarði bæði hjá stórum og smáum. Okkum dámar væl at vera spontan og hugsa stórt. Dømi um hugskot sum vit hava viðtikið fyri allan stovnin:


  • Opin stovnur
  • Sangkór/orkestur
  • Endurnýtsluverkstað
  • Skipaðar fótbóltsvenjingar
  • Menningarætlanin.
  • Sjónleikara toym
  • Vøggustovurnar hava skipaðar vælveru løtur
  • Fríggjadags renning


Vit vænta, at tú:


  • Ert útbúgvin námsfrøðingur
  • Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir
  • Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag
  • Góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvið millum foreldur, børn og starvsfelagar
  • Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin
  • At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd


Um tú verður partur av okkara toymi kemur tú at arbeiða saman við 35 nærløgdum starvsfólkum har av 16 øðrum námsfrøðingum, sum tryggja at øll starvsfólkini arbeiða námsfrøðiligt.


Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.


Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala

Arbeiðsgevarafelagið.

Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-23 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum

2-8


Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo


Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, leiðara á tlf. 794520.


Umsókn saman við prógvum, lívrensl og møguligum viðmælum, skal sendast til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Ella sum teldupost til [email protected]. Viðmerk “Umsókn”. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 20.des kl. 12.00.


Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.


 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder