Mentan

Andakt: Føgrudyr og dyr ríka mans

Ein maður, sum var haltur frá móðurlívi, varð borin hagar; hann løgdu tey hvønn dag við tær dyrnar á halgidóminum, sum kallast Føgrudyr, Ápostlasøguni. 3.

2026-11-15 09:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hesin halti maðurin varð ivaleyst lagdur á sama stað hvønn dag – við ” Føgrudyr”. Tað er so vakurt hetta navnið “Føgrudyr” Eingin ivi um, at tað vóru góðir vinir, ið bóru hann hagar – ella í minsta lagið fólk, sum kendu eina serliga ábyrd og vildu hjálpa honum so væl, tey kundu. Tað var eitt týdningarmikið og rætt stað at seta ella leggja mannin, av tí at høvuðsferðslan til innaru partarnar í templinum fór øll gjøgnum hesar dyr – og hvør var tann, ið ikki kundi hugsa sær at rætta hesum sjúka eina lítla hjálp, tá ið ein nú var ávegis inn í templið at biðja?

Soleiðis stendur um mannin, sum var haltur frá móðurlívi, og sum hvønn dag varð borin og lagdur við tær dyrnar á halgidóminum, sum kallast Føgrudyr.

Latið okkum so leita upp einar aðrar dyr, har eisini ein maður lá, sum var í somu støðu sum hin lamni við føgrudyr. Hesar dyr hava einki navn. Kortini mundi har vera ein sera vøkur úthurð og trappa. Har væntaði einki, Materialisman var í hásæti. Um hesar dyr lesa vit: Tað var ein ríkur maður; og hann klæddi seg í skarlak og fínasta lín og livdi hvønn dag í fagnaði og góðgæti. Og tað var ein fátækur, nevndur Lázarus, sum var lagdur fyri dyr hansara, fullur í sárum; og hann tráaði eftir at mettast av molunum, sum fullu av borðinum hjá hinum ríka; men eisini hundarnir komu og sloktu sár hansara

Tey, sum fara út og inn um hesar dyr, fara ikki har fyri at halda bøn. Har var ikki tørvur á, at biðja um nakað, tí har var yvirflóð av øllum, av mati, klæðum og marglæti. Ongar hendur nema mannin, bara tungurnar á hundunum røra hann, inntil maðurin ikki orkar meira, og einglahendur bera hann burtur frá durunum, og yvir um eitt óført dýpi, hagar eingin atgongt er til.

Hvar ”bera” eg og tú tey, sum eru særd av synd og neyð, tey, sum treingja hjálp, frið og sælu? Bera vit tey til Føgrudyr, til inngongdina í Guðs ríki? Ella bera vit tey til dyrnar inn til materialismuna, har eingin varandi gleði og hjálp er at finna, men har endin er vónloysi og ævigur undirgangur? Tað er avgerandi munurin í dag sum tá.

John S. Myllhamar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder