Vinna

Merktu springararnir fylgjast ikki

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, og sum fóru norður um oyggjarnar, eru ikki saman longur..

2022-09-20 14:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Á leiðini norðurum fóru tveir springarar frá hinum, har tann eini steðgaði á í hellingini, 40 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni, meðan hin helt leiðina vestureftir og síðan suður um Íslandsryggin, har sendarin sløknaði. Á leiðin norður í Norskahavið vendi ein av trimum springarum við, og er nú farin suður um Ryggin og vestur móti Íslandi.


Tíanverri eru báðir sendararnir í Norskahavinum sløknaðir, men áðrenn hetta avdúkaðu teir, at hesir báðir springararnir eisini fóru burtur frá hvørjum øðrum. Sostatt eru allir fimm springaranir farnir hvør sína leið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder