Ítróttur

Meldið til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 4. juni 2023

Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023 er renniveitsla har sum øll kunnu vera við.

2023-05-31 12:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Meldið til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 4. juni 2023


Hevur tú hug at luttaka í einum av størstu rennitiltøkunum í Føroyum, har sum luttakarar úr øllum heiminum eru við? So hevur tú enn møguleika at melda til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023, sum verður sunnudagin 4. juni 2023.


Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023 er renniveitsla har sum øll kunnu vera við.


Hættar tú tær ikki undir at renna longu teinarnar – marathon ella hálvmarathon – hevur tú møguleika at melda til at ganga hálvt marathon ella renna 10km ella 5 km. Øll, sum eru tilmeldað, byrja renningina samstundis í Vágsbotni sunnudagin 4. juni kl. 13.00.


Tá tú meldar til renningina kanst tú lata eina stuðulsupphædd, sum fer óskerd til Heilafelagið, Alzheimersfelagið og Parkinsonfelagið. Meldar tú til gongu hálvmarathon fara 100kr sjálvvirkandi til nevndu feløg.


Meldið til á heimasíðuni www.torshavnmarathon.com. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder