Annað

Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður í Tænastumannafelagnum

Formansval var í Tænastumannafelagnum, og var Meinhard Gaardlykke afturvaldur í 2 ár afturat.

2026-02-28 17:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Næstformaðurin Bárður Enni stóð eisini fyri vali, og var hann afturvaldur

Andrea Nielsen kassameistari var vald í fjør, og stóð tí ikki fyri vali.

Hallur Fróðin Bech stóð fyri vali og var hann afturvaldur.


Eftir fundin skipaði nevndin seg við:


Meinhard Gaardlykke, formaður

Bárður Enni, næstformaður

Andrea Nielsen, kassameistara

Hallur Fróðin Bech, skrivari


Eykalimir eru:

Elisabeth Jacobsen

Petur Sigurd Justesen


Roknskapargrannskoðari er:

Eyðun Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder