2024-01-09 19:17

07 Vestur: Maxwell hevur spælt við Sandnes Ulf og Skeid í Norra, so hann er ikki ókendur hjá venjaranum. Áðrenn Maxwell kom til Norra, spældi hann við Enyimba Aba, sum hann bleiv nigerianskur meistari við. Maxwell hevur spælt 59 dystir í næstbestu deildini í Norra. Hann hevur eisini umboðað Nigeria á U19 og U20 landsliðnum.
Maxwell spælir sum vinstri vongur. Hann er kendur fyri at vera øgiliga arbeiðssamur og hevur nógva orku og ferð.
Vit ynskja Maxwell hjartaliga vælkomin í felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald