Ítróttur

Mathias Voss tekur eitt ár afturat í 07 Vestur

“Voss er boss” er ein sangur hjá fjepparafelagnum hjá 07 Vestur. Tá ið tað kemur til ferð á vøllinum, er hetta heilt sikkurt ein sannleiki.

2022-10-24 07:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Vit eru sera glað og stolt at kunna boða frá, at Mathias Voss verður við 07 Vestur komandi kappingarár.


Voss kom til 07 Vestur hetta kappingarárið og hevur sett síni fingramerki á bæði álopsspælið og verjuspælið hjá 07 vestur. Tað er serliga ferðin, sum ofta hevur argað mótstøðuleikarar. Og nógv góð innlegg er tað blivið til.

Vit gleða okkum til at syngja “Voss er boss” aftur komandi kappingarár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder